Talgildar upptøkur

Talgildar upptøkur frá gomlum bondum og plátum.

Tað vóru ivaleyst mong, sum undraðust, tá tað eydnaðist at upptaka ljóð og síðani spæla tað av aftur. Nógv er broytt, og nýggju tólini verða ikki gjørd til at avspæla gomlu upptøkurnar.

Fyri at tær gomlu grammofonpláturnar og allar spolabandupptøkurnar hjá mær framvegis kunnu avspælast, setti eg mær fyri at føra nakað til nýggju tøknina, meðan tíð var. Her er tað gjørt í mp3-formati.

Sum eg arbeiddi við hesum og hoyrdi upptøkurnar aftur, bleiv eg so hugtikin og signaður, at eg ynskti at geva øllum høvi at kunna hoyra upptøkurnar. Fyri at nevna okkurt: Grammofonplátur heilt aftur frá 1949, samfundsmøtir í Havn heilt frá 1959, Davies, Tom Roberts, Mac Kinnon, Adam, og nógvar føroyskar eldri røddir og almennar upptøkur.

Í fleiri upptøkum er góðskan vánalig, tí bandið ella plátan eru skadd ella upptakarin vánaligur kanska eisini larmur, har tað varð upptikið. Tað er við fyri at hoyra innihaldið.

Nakrar av viðmerkingunum sum t.d. navnið á talarunum ella árstal kunnu vera skeiv, tá einki annað var at halda meg til, enn at eg helt meg kenna røddina og okkurt úr taluni.

Til ber at skriva í teiginum Leita t.d. eitt navn og fáa yvirlit um og hvar, tað er at finna.

Er onkur, sum kann vegleiða meg við betri upplýsingum, er tað kærkomið, og best at skriva til: eyuncj@gmail.com

Umframt mínar egnu upptøkur er nakað, sum mamma mín hevði tikið upp, og nakað frá vinum, sum hava gjørt líknandi upptøkur. Fyri at fáa pláss til meiri tekst eru nøkur nøvn stytt, sum AWS fyri Andrew Sloan, PWH fyri Petur Háberg, JL fyri Janus Ljósheim, GG fyri Gunnar Gunnarson og mítt egna til ECJ.

Hesar upptøkurnar hava verið til stóra signing fyri meg, og tað er mítt ynski, at tær eisini skulu blíva fyri teg, sum nú fær høvi at lurta eftir teimum.

Saltangará 31.03.2016 Eyðun C. Joensen


Heiti Evni/evnir Lýsing Við á upptøkuni Upptikið Upptikið av
{{s.Name}} {{s.Subject}} {{s.Description}} {{s.Contributors}} {{s.Recorded | date:'dd.MM.yyyy'}} {{s.RecordedBy}} Tak niður
Heiti
{{selectedAudio.Name}}
Upptikið
{{selectedAudio.Recorded | date:'yyyy-MM-dd'}}
Við á upptøkuni
{{selectedAudio.Contributors}}
Evni/evnir
{{selectedAudio.Subject}}
Lýsing
{{selectedAudio.Description}}
 /
 Ljóð: 
 Fartur:  Tak niður

Tal av upptøkum: {{Audios.length}}